Eyðun og Tróndur í Klaksvík

Leygarkvøldið bjóðar Leikalund í Klaksvík til konsert. Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni fara at spæla í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík. Leikalund hevur javnan skipað fyri mentanartiltøkum, og ætlanin er at halda fram við hesum komandi tíðina.

 

Leygarkvøldið verður ársins fyrsta konsert í Leikalund, tá ið Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni fara at spæla. Konsertin byrjar klokkan 19.00