Eyðun: Tað er dýrt at gera mistøk móti HB (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara hjá Skála sum tapti 0-3 móti HB í dag

##med2##

- Tað er dýrt at gera mistøk móti HB. Tað staðfestir Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá Skála aftaná 0-3 tapið hjá Skála móti HB á útivølli í dag.

Eyðun Klakstein ásannar, at HB við sínum hópi og sínari breidd gjørdist ein ov stórur biti hjá Skála í dag.

Eyðun Klakstein slær tó fast, at Skála ætlar at enda kappingarárið væl, og málið er at fáa fleiri stig í fimm teimum seinastu dystunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Eyðun Klakstein aftaná 0-3 tapið móti HB. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá málunum hjá HB á FM1. Heðin Askham var viðmerkjari. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við Sebastian Pingel, ið skoraði tvey mál fyri HB. 

(Samrøða: Eyðun Klakstein)