FM Í TALVI
Fyri fyrstu ferð í átjan ár er talvfelagið í Sandavági vertur, nú FM fyri einstaklingar verður telvað.
Tá hesar reglurnar vórðu skrivaðar, vóru tvey av teimum níggju umførunum telvað. Tá vóru allir komnir á stigatalvuna uttan Terji Petersen, sum hevði tapt bæði talvini. Men so skal leggjast afturat, at mótstøðumenninir hjá klaksvíkinginum høvdu verið tveir av royndastu monnunum í kappingini ? IM John Rødgaard og formaðurin í Talvsambandi Føroya, Rani Nolsøe, sum báðir hava verið við til at mynda toppin í nógv ár, og sum báðir hava vunnið FM.
Eyðun sannførandi
John Rødgaard verður av góðum grundum roknaður millum favorittarnar hvørja ferð, hann tekur lut í FM. Soleiðis er tað eisini hesa ferð. Tað kann væl fara at vísa seg, at tað verður danski tvørámaðurin í Vestmanna Talvfelag, sum fer at standa við steypinum, tá síðsta borðið verður ruddað.
Men eftir tvey tey fyrstu umførini var tað Eyðun Nolsøe, sum var best fyri. Sum tann einasti hevði fyrrverandi FM vinnarin vunnið bæði tey fyrstu talvini.
Í fyrsta umfarinum gjørdi hann við svarta fólkinum av við eldra beiggjan, Rana. Tað kundi kanska verið hugsandi, at teir báðir ? í staðin fyri at leggja seg út í harðligt, tíðarkrevjandi og harvið orkukrevjandi brøðrastríð beinanvegin ? valdu lættaru loysnina, gjørdu skjótt av og fingu eitt hálvt stig í part við frá fyrsta umfarinum.
Men soleiðis vísti tað seg ikki at ganga. Eyðun Nolsøe, sum hevur stívliga hálvt hundrað fleiri styrkisstig enn Rani Nolsøe, vann við svarta fólkinum.
Í øðrum umfari hevði Eyðun hvíta fólki ímóti einum av yngstu og evnaríkastu monnunum, Olaf Berg, sum einki fekk burturúr hesum dystinum.
Tá talan er um so javnt góðar telvarar sum teir, ið hesa vikuna eru í Sandavági, kann tað vera so skjótt, at tað ? so segði maðurin ? sum vendir niður, fer at venda upp. Men í Vágum eru teir longu farnir at tosa um næstsíðsta umfarið, sum er á skránni langa fríggjadag. Tá skal Eyðun Nolsøe stríðast við svarta fólkinum ímóti John Rødgaard.
Hjá John Rødgaard hevur tað ofta verið soleiðis, at hann ikki hevur fingið so ógvuliga nógv burturúr beinanvegin, men at hann síðani so at siga hevur arbeitt seg upp. Í fyrsta umfarinum var eingin ivi, tá hann vann á Terja Petersen, meðan tað var meiri óvantað, tá hann við hvíta fólkinum í øðrum umfari ikki fekk meiri enn hálvt stig burturúr ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, talvskrivaranum her í blaðnum, sum harvið hjálpti mammubeiggjanum, Eyðuni Nolsøe, at eiga oddasessin einsamallur ? eftir tvey umfør.
Royndir og unglingar
Lokala íslettið hjá vágamonnum í hesi kappingini er Torkil Nielsen. Torkil er gávuríkur á so mongum økjum. Fyrrverandi FM vinnarin hevur ikki luttikið nógv tey seinnu árini. Tí er styrkistalið ikki hægri enn 2054.
At hann framvegis hevur gott tak á telvingini sást, tá hann í tveimum teimum fyrstu umførunum fekk javnt ímóti ungum monnum, sum hava hægri styrkistal. Fyrst var tað ímóti stjørnuskotinum í Kollafirði, Hans Kristian Simonsen, sum fleiri mettu hava góðan møguleika at vinna, og so var tað ímóti havnarmanninum Martini Poulsen.
Hesir báðir ungu mótstøðumenninir hjá Torkili Nielsen hava vunnið hvør sítt talv, og teir eru harvið javnir við John Rødgaard. Martin Poulsen fekk við hvíta fólkinum fult ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum tóktist vera á veg til eitt hálvt stig, men satsaði og tapti, og Hans Kristian Simonsen vann við svarta fólkinum ímóti Ólavi Simonsen.
Klaksvíkingurin Ólavur Simonsen hevur havt eina soltna byrjan. Umframt at tapa ímóti Hans Kristiani hevur hann fingið remis. Tað var við svarta fólkinum, men tað mundi kennast sum eitt vónbrot, tí mótstøðumaðurin, Olaf Berg, er væl lægri styrkismettur.
Í dag eru tvey umfør á skránni, og síðani verður telvað hvønn dag fram til páskaaaftan, tá níggjunda og síðsta umfarið er á skránni.