info
Ongi úrslit

Eyðvør og Bára skrivaðu søgu

info
Jákup Mørk
29. november 2012 kl. 08:29
Tá Eyðvør Klakstein varð skift inn í landsdystinum móti Luksemburg í gjár, var hetta samstundis ein nýggjur partur av altjóða fótbóltssøguni. Í føroysku byrjunaruppstillingini var nevnliga eisini Bára Klakstein, ið er mamma at Eyðvør, og tær báðar eru einasta dømi í heiminum um, at tvey ættarlið hava spælt á sama fótbóltslandslið í senn. Eyðvør varð send á vøllin, tá 61. minuttir vóru spældir av dystinum, og seinasta hálva tíman spældi hon soleiðis landsdyst saman við mammuni. Hetta er annars ikki fyrsta ferðin, at tær báðar eru á vølli í senn. Í KÍ hava tær spælt saman seianstu trý kappingarárini, og báðar tvær eru tær eisini við at manna besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni. Íslendsku feðgarnir, Arnór og Eiður Smári Guðjohnsen vóru annars nær við, men í útidysti móti Estlandi varð Eiður Smári skiftur inn fyri pápan. Ætlanin var tá, at teir báðir skuldu spæla saman í heimadysti tveir mánaðir seinni, men í U18-landsdysti breyt Eiður Smári beinið, og tá hann aftur var førur fyri at spæla, var pápin ikki longur landsliðsaktuellur.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

10 minuttir síðan
Tíðindi

Ungur bilførari fekk koyriforboð

21 minuttir síðan
Tíðindi

Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum

52 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær

1 tími síðan
Hondbóltur

Jóhan hevur spælt 125 landsdystir

1 tími síðan
Tíðindi

Sálmar við styrki

8 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

8 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

9 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

9 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

10 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

10 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

11 tímar síðan