TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Eyðvør Klakstein aftaná Eyðvør og liðfelagarnir høvdu vunnið 2-1 á Turkalandi.
Eyðvør Klakstein skrivaði autografar tá Tróndur Arge fekk orðið á hana. Eyðvør staðfestir, at tað hevur havt nógv at siga fyri hana og liðfelagarnir, at fólk hava verið so áhugað í undankappingini, og hon slær fast, at stuðulin frá føroysku áskoðarunum hevði sera stóran týdning fyri hana og liðfelagarnar, og stuðulin bar langt.
- Tað eru føroysku ílegurnar, sum liggja í okkum. Vit hava eitt eyka "gear", tá vit koma afturum, staðfestir Eyðvør Klakstein um háttin tær føroysku kvinnurnar stríddu seg til ein sigur ímóti Turkalandi í dag.
Eyðvør Klakstein spælir við Mislata í næstbestu, sponsku fótbóltsdeildini, og hon greiðir frá, at hon er farin til Spania fyri at betra sítt spæl. Men hon slær fast, at avbjóðingarnar við føroyska landsliðnum hava nógv at siga frá hana, og hon gleðir seg nú at koma heim at spæla dystir í HM-undankappingini.