Eyðvør Klakstein skoraði eitt av málunum, tá ið Mislata CF vann í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini í dag.
Mislata CF spældi á heimavølli ímóti botnliðnum Minerva og vann 3-1. Í hálvleikinum var Mislata á odda 1-0, men tíðliga í seinna hálvleiki javnaðu gestirnir til 1-1.
Síðstu løtuna skoraði Mislata CF tvey mál og tryggjaði sær trý stig. Eyðvør Klakstein, sum spældi allar 90 minuttirnar, staðfesti sigurin við máli til 3-1 stutt fyri leiklok.
Átta umfør eru nú avgreidd í næstbestu sponsku kvinnudeildini, og Mislata er millum fremru liðini. Mislata hevur vunnið fimm dystir, spælt ein javnan og tapt tveir dystir. Tað gevur 16 stig og eina støðu sum nummar 4 av teimum 14 liðunum í deildini. Sporting er fremst við 21 stigum.
Næsta vikuskiftið spælir Mislata CF á útivølli í móti Albacete.