Seinnu árini hevur Eyðfinnur Magnussen, lívfrøðingur, umvegis facebook-bólkin, haruskjóting í Føroyum, skrásett, hvussu nógv hara er skotin í ymsu hagapørtunum kring landið.
Í fjør vóru sera nógvar skrásetingar gjørdar, og hesar eru við til at geva føroyingum eina mynd av, hvussu harustovnurin er fyri.
Lítil ivi man vera um, at fleiri ferðir verða gjørdar eftir harum komandi dagarnar. Veðurlíkindini tykjast hampuliga góð. Tað verður nakað kølið komandi dagarnar, men tað verður turt, og sólin fer eisini at síggja, og hetta plagar at vera góð tíðindi hjá haruskjúttum.