Eyðgunn er ikki samd við Mercedis

– Sum javnstøðumálaráðharri eigur at vera við til at viðgera viðurskifti hjá øllum borgarum, serliga teimum, sum ikki hava somu møguleikar, sigur Eyðgunn Samuelsen, fyrrverandi landsstýriskvinna í javnstøðumálum

Landsstýriskvinnan í javnstøðumálum ætlar sær ikki at luttaka til ein kjakfund 16. august, har norðurlendskir javnstøðumálaráðharrar fara at kjakast um støðuna og trivnaðin hjá ungum LGBTI-persónum. Deildar meiningar eru um hetta, tí meðan summi halda tað vera í lagi, so halda onnur, at hon eigur at luttaka sum umboð fyri Føroyar.

 

Vit hava spurt fyrrverandi landsstýriskvinnuna í javnstøðumálum Eyðgunn Samuelsen, hvat hon hevði gjørt. Og hon roknar við, at hon hevði luttikið á fundinum, hevði hon enn sitið. Sambært henni plagdi hon at luttaka á flest øllum fundum, hon var boðin við til sum javnstøðumálaráðharri.

 

– Tað er týdningarmikið at luttaka til fundir, tá man er javnstøðmálaráðharri. Man eigur at vera við til at viðgera viðurskifti hjá øllum borgarum, serliga teimum, sum ikki hava somu møguleikar, sigur hon.

 

– Um man ikki vil luttaka, so hevur man onga ávirkan. Og tað liggur eisini ein boðskapur í tí. Hinvegin ber til at gera vart við seg, um man luttekur, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Argumentið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyri ikki at luttaka var millum annað, at javnstøðumál snúgva seg um javnstøðu millum mann og kvinnu - og ikki um seksualitet. Eyðgunn Samuelsen er ikki heilt samd í hesum, tí eftir hennara meining er javnstøða eitt breitt hugtak.

 

– Tað kann man definera, hvussu man vil. Í mínari verð er javnstøða, at allir borgarar eru líka stillaðir í samfelagnum og hava somu møguleikar. Eg vildi hildið, at man sum javnstøðumálaráðharri umboðar øll, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Galdandi javnstøðulóg er frá 1994, og her snýr javnstøða, sum Mercedis eisini sigur, um javnstøðu millum mann og kvinnu. Eyðgunn Samuelsen heldur, at vit eiga at taka eitt kjak upp, hvørt galdandi lóggáva eigur at nútímansgerast.