– Tað er neyðugt við einum samskifti, so ein loysn fæst á íløgupartinum á eldraøkinum, so kunngerðin kann fáast at virka, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon heldur, at ætlanin hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, fyri eldraøkið kann føra til ósemjur ímillum kommunurnar kring landið, heldur Eyðgunn Samuelsen, Javnaðartingkvinna.
Eyðgunn Samuelsen sipar til ætlanina hjá landsstýriskvinnuni um, at hvørt av teimum seks økjunum í landinum skal hava eina felags upptøkunevnd til ellis- og røktarheim og sambýli fyri at tryggja, at tey, sum eru ringast fyri í øllum økinum, verða fyrst tikin inn.
Tað merkir, at allar kommunur í einum øki skulu hava javnt góðan rætt at fáa borgarar á ellis- og røktarheim og á sambýli, óansæð, hvørjar kommunur hava goldið fyri heimini og sostatt eiga tey.
– Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu kommunurnar hava raðfest íløgur í eldraøkið, staðfestir javnaðartingkvinnan, sum ikki væntar, at hetta fer at eggja kommunum at leggja saman.
Hoyr samrøðu við Eyðgunn Samuelsen við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.