Stórt tal av mannfólkum savnast í túninum í Vestmanna, tá haruhagarnir verða seldir, men í vindeyganum er tað eitt konufólk, sum stýrir uppboðssøluni.
Eydna á Rógvi Simonsen heldur uppboðið, og tað kennist púra natúrligt fyri hana.
- Eg havi verið nógv við at selja haruhagar. Abbi mín og pápi mín hava selt hagarnar, og eg og systur mín hava skift um at skriva fyri teir. Okkum dámar væl hesa atmosferina, tá hagarnar verða seldir, og fólk standa og bjóða. Tað hevur verið ein partur av okkara lívi í nógv ár, sigur hon.
Men haruskjótingin er í stóran mun ein mannfólkaverð.
- Eg hugsi um tað viðhvørt. Tá eg hyggi út gjøgnum vindeygað, so síggi eg sjáldan meira enn eitt ella tvey konufólk at síggja, men tær bjóða ikki, sigur Eydna.
Upp og niður
Prísinir fyri haruhagarnar í Vestmanna kunnu broytast nógv frá ár til ár. Góðar tíðir hava við sær, at kappingin um hagarnar verður størri, avbygdafólk koma til Vestmanna at bjóða, og so økist kappingin.
- Í 1997 fóru allir hagarnir fyri nøkur 40.000, men í 2005 fingu vit 145.000 krónur, sigur Eydna.
Í fjør var upphæddin aftur um tær 40.000, og í ár fingu tey nakað meira inn – einar 53.000 krónur.