Eydnubollarnir fingið fótafesti í Føroyum

2500 føroyingar taka regluliga heilivág móti tunglyndi. Tað er trífalt so nógv sum fyri tíggju árum síðani, vísa tøl frá Landsapotekaranum. Orsøkirnar kunnu vera fleiri, metir Eyðun Joensen, sálarfrøðingur.

Hóast sjúkan helst hevur herjað í Føroyum líka síð­ani fyrsta dagin, tá írsku munkarnir settu búgv fyri 1400 árum síðani, hava vit enn ikki funnið eitt felags navn til heilivágin móti henni.
Kanska er í tøkum tíma, at tey málkønu finna eitt orð fyri tað, sum danir rópa ”antidepressive”, tí veruleikin er, at heilivágurin oftari og oftari liggur á føroysku tungu – bókstaviliga.
2500 føroyingar – ella seytj­andi hvør føroyingur – tekur í dag heilivág móti tung­lyndi, vísa tøl frá Lands­apotekaranum.
– Reint matematiskt kundi tað sæð út sum, at seinastu tíggju árini er tað vorðið trýfalt so hugtungt at vera Palleba og Marsanna; men eg eri sannførdur um, at veruleikin neyvan er so einfaldur, sigur Eyðun Joen­sen, sálarfrøðingur, sum ikki ivast í, at føroyingar altíð hava stríðst við tunglyndi.
Hann heldur, at minst fýra ymisk viðurskifti spæla inn, og helst er orsøkin til øktu nýtsluna av heilivági móti tunglyndi ein blandingur av øllum fýra.

Strongd kann vera orsøkin
Eyðun Joensen útilokar kortini ikki møguleikanum, at økta nýtslan av heilivági móti tunglyndi skyldast, at fleiri føroyingar ganga tunglyntir.
Sálarfrøðingurin vísir á, at fleiri og fleiri stríðast við strongd í hesum tíðum, tá alt gongur við rúkandi ferð.
– Varandi strongd er vorð­in ein nýggj fólkasjúka, og okkurt bendir á, at eitt ávíst samband er millum strongd og tunglyndi. Tað er jú ótol­andi at vera varandi strongd­ur, sigur Eyðun Joensen.
Tølini frá landslæknanum vísa, at meðan seytjandi hvør føroyingur tekur heili­vág móti tunglyndi, er talið lutfalsliga hægri í t.d. Dan­mark, har trettandi hvør tek­ur heilivág regluliga.
Ein orsøk kann júst vera, at samfeløgini á evropeiska megin­landinum koyra í hægri geari enn lívið á før­oysku klettunum.
– Danir liva jú í eini verð við hægri ferð og kanska strangari krøvum til gerandisdagin, og tí ger­ast danir kanska skjót­ari strongdir enn vit føroy­ingar. Tað kundi vera ein heimagjørd sniðkað for­klár­ing, sigur pensióneraði sálar­frøðingurin, sum kortini fæst við at granska í sálarfrøðini í frítíðini.

Hugburðsbroyting mótvegis sálarsjúku
At lutfalsliga fleiri danir taka heilivág móti tunglyndi kann eisini skyldast, at danir eru meiri sinnaðir at leita upp læknaskapin fyri sinnið.
– Vit hava jú lyndið til at siga, at føroyingar eru eini tvey ár aftan fyri hinar norðurlendingarnar í bæði verumáta og hugburði, sig­ur Eyðun Joensen, sum held­ur, at júst hendan hug­burðsbroytingin kann vera ein onnur orsøk til, at nýtslan av heilivági móti tunglyndi er økt seinastu tíggju árini.
Sálarfrøðingurin heldur seg nevniliga hava varhugan av, at tað er vorðið alsamt vanligari og meira alment góðtikið at venda sær til læknan, tá ið sinnið bilar.
– Tað er ikki longur skomm og vanæra at venda sær til læknafrøðina fyri sinnið. Tú freistast til at siga, at tað varnið at leita upp­læknaskapin, sum var fyrr, í dag næstan er vorðið ein tíðar-trend, heldur Eyðun Joensen.
Um so er, heldur sálar­frøð­ingurin, at tað er at fegnast um. Tað merkir nevniliga, at alsamt fleiri taka sjúkuna í álvara. So var ikki fyrr, tá til dømis Eyðun Joensen byrjaði sítt yrki á psykiatrisku deild á Landsjúkrahúsinuwwm fyrst í sjeytiárunum.
– Tá var tað stór skomm yvirhøvur at vísa seg har úti. Summi komu í úlpu við hettuni fastbundnari um høvdið fyri ikki at verða kend aftur. Onnur kravdu at sleppa framat eftir arbeiðstíð fyri ikki at verða sædd av øðrum, minnist Eyðun Joensen, sum hevur varhugan av, at gáttin inn á deildina er vorðin væl lægri.

Heilivágurin vorðin betri
Ein triðja orsøk kann vera, at heilivágurin móti tunglyndi við árunum er blivin mun­andi betri.
– Eydnubollin, til dømis, er serliga náðiligur á tann hátt, at hjáárinini eru fá. Við gamla antidepressiva heili­váginum kundu fólk hinvegin tysta herviliga ella ristast illa við bæði hond og fóti, sigur Eyðun Joensen.
At eydnubollin rig­gar, vitna tølini frá lands­apotek­aranum eisini um. Umleið tveir triðingar av tí, sum verð­ur innflutt til Føroya, er eydnubollar. Restin er fyri tað mesta sterkari heiliv­águr móti tunglyndi av álvar­samari slagi.
Eyðun Joensen vísir á, at fyrr var úrvalið av heilivági móti tunglyndi rættiliga av­markað. Øll fingu tað sama.
– Tað var sum at skjóta spurvar við kanónum. Løð­ingin í heiliváginum var sera breið og tískil eisini sterkari, sigur Eyðun Joensen.
Í dag megnar heilivágs­ídnaðurin at gera heilivág, sum rakar neyvari. Og tað er ídnaðurin ikki bangin fyri at siga hart.
– Ídnaðurin nýtir nógvan pening til at marknaðarføra tílíkan heilivág, sum hann spinnir gull burturúr, sigur sálarfrøðingurin.

Viðgerðarkrøvini økt
Ein fjórða orsøk kann vera ein annar tíðarinnar andi, sum sálarfrøðingurin heldur vera vorðnan týðiligari seinnu árini – nevniliga fólksliga kravið um skjóta viðgerð. Tað merkir, at fólk leita sær til tann effektiva heilivágin heldur enn at gera sær dælt av øðrum meira náttúrligum viðgerðarhættum, so sum ljósviðgerð og kognitiva terapi, sum bæði taka longri tíð.
– Tað tekur tíð, og tíð kostar – bæði hjá tí, sum gongur í viðgerð, og hjá tí, sum fremur viðgerðina, sum jú skal hava løn fyri tað. Tí kann tað vera freistandi hjá bæði sjúklingi og lækna at royna at loysa trupulleikan við at fáa heilivág útskrivaðan. Tí tað er skjótt og lætt og neyvan so kostnaðarmikið og strævið sum langtíðar viðgerðirnar, sigur Eyðun Joensen, sum kortini er varin við at staðfesta, at óneyðuga nógvur heilivágur verður útskrivaður í dag.
Hann vísir tó á, at fyrr plagdi tíðin at lekja sálarligu sárini.
– Fyrr løgdust fólk í koyggj­una í vikur ella má­naðir. Tey ótu kanska illa nokk; men eingin visti reiði-liga hví. Knappliga kundi hetta menniskjað koma fram í ljósið aftur, greiðir sálar­frøð­ingurin frá.
-----------
FAKTA

Tølini, sum Landsapotekarin nýtir til at staðfesta nýtsluna av heilivági móti tunglyndi, stava frá mongdini av samlaða heiliváginum, sum verður innfluttur til Føroya, harav meir enn helvtin er sonevndu eydnubollarnir. Tølini verða síðani umroknað til eindina DDD, sum svarar til tað, sum ein persónur í miðal nýtir dagliga yvir eitt ár.
Hetta talið verður síðani býtt við hvønn túsund íbúgva.
Nýggjastu føroysku tølini fyri 2010 skulu takast við ávísum fyrivarni, tí fólkatalið er ikki dagført, sigur Landsapotekarin.

Heilivágur móti tunglyndi (DDD/1000 íbúgva):
Føroyar Danmark
1999 15,5 31,5
2000 18,2 34,7
2001 21,9 41,4
2002 24,1 46,4
2003 28,3 52,2
2004 33,5 55,2
2005 35 59,9
2006 39,3 64,7
2007 42,7 69,9
2008 47,6 73,4
2009 52,1 77
2010 56 -