U21-landsliðið hevur ein dyst eftir í ár. Tað er í Grikkalandi 16. novembur. Til tíðindafundin á Tórsvølli mánadagin kunngjørdi Eyðun Klakstein hópin. Martin Agnarsson úr Viborg er við aftur, eftir hava verið skaddur í eina tíð.
- Hann hevur bara spælt ein av fýra dystum hjá okkum. Nú er hann endiliga tøkur aftur og tað er gott, at fáa ein góðan spælara inn, sigur U21-landsliðsvenjarin, sum vónar at taka eitt tak afturat.
- Sigurin á Andorra er góður, men vit ætla okkum meira og vilja leggja afturat. Eg eri nøgdur, um vit hava fleiri enn sjey stig, tá dysturin er liðugur, sigur Eyðun Klakstein.
Tað er ikki ókent fyri eitt føroyskt landslið, at vinna í Grikkalandi í novembur. Tað gjørdi manslandsliðið í 2014. Tað var við hjálparvenjaranum á U21-landsliðnum, Atla Gregersen, í miðverjuni. Nú vónar høvðusvenjarin, at tað kann smitta av.
- Eg vóni, at vit kunnu gera nakað líknadi. Tað ger tað lættri hjá okkum, at vit longu hava fingið sjey stig og at vit hava skorað í øllum dystunum higartil. Tað ger okkum minni desperatar og vit kunnu siga, hví kunnu vit ikki eisini skora her. Eg føli veruliga, at vit hava ein møguleika, sigur Eyðun Klakstein.
Hann leggur afturat, at Grikkaland er ikki ein lið, har tú er garanteraður eitt stig, men at tað er ein møguleiki. Eisini á útivølli í novembur.
Hópurin:
Málverjar:
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)
Verjan:
Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Martin Agnarsson, Viborg (Danmark)
Ási Dam, 07 Vestur
Miðvøllur:
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandoy
Olaf Bárðarson, Víkingur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Álop:
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur