Eyðun: - Eg havi so ikki tapt á summarfestivalinum

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá KÍ, sum ikki er í iva um, at KÍ átti at vunnið á B68

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Eyðun Klakstein iðraði seg um 0-0 javnleikin á heimavølli í Klaksvík ímóti B68: - tað var stong út nakrar ferðir, og teir bjarga á strikuni, staðfesti Eyðun Klakstein, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann.

 

Eyðun heldur, at KÍ skapti meir enn nóg mikið til at vinna dystin. Hann vil ikki verða við uppá, at KÍ spælir illa, tá stevna og festivalur er í Klaksvík: - Eg havi so ikki tapt á summarfestivalinum aftaná tríggjar royndir, slær Eyðun fast.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Eyðun Klakstein aftaná 0-0 javnleikin millum KÍ og B68.