Tað er á Svangaskarði á Toftum, at tað stóra undirhaldið er at finna.
Mikukvøldið vann B68 4-3 á ÍF í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, og fyrr í dag vann B68 5-3 á KÍ á Svangaskarði.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Eyðun Klaksstein finnur lítla troyst í, at KÍ fekk pyntað við nøkrum málum ímóti dystarenda. Hann er sera harmur um vánaliga avrikið hjá KÌ. Hann fegnast tó um at fáa vitjan av føroyameistarunum, HB á heimavølli komandi sunnudag. Har hevur Eyðun góðar vónir um, at KÍ kann reisa seg.
Høvuðsvenjarin hjá B68, Jógvan Martin Olsen stórfegnist um avrikið hjá sínum liði. Tó var seinasta løtan ein lítil skeina í lakkinum, har KÍ fær minkað 5-1 leiðsluna hjá B68 til 5-3.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDIN, og hoyr tað, sum Eyðun Klakstein og Jógvan Martin Olsen søgdu á Rás2 fyri løtu síðani.