Føroyskir úrmælingar fara á pall á Loppen í Keypmannahavn tann 1. mars.
Tá fara Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Terji Rasmussen á pall á Loppen á Christianina.
Kendir eru teir allir sum fremstu menn í kendum bólkum. Sum einstaklingar og kendir eru teir hvør sær og saman á palli.
Teir eru gamlir í garði, hava royndirnar og eiga sín part av nýggjara føroyska sangskattinum.
Umframt føroysku úrmælingarnar fara danir at hita upp, nevniliga Jesper Ejrup og Select Captain.
Tiltakið byrjar klokkan 21:00 tann 1. mars og tað eru Nordic Music Agency og Atlanic Airways, ið skipa fyri.
(Tekning: Jens Klæmint Jacobsen)