Eyðun Nolsøe Band betri enn nakrantíð

Teir hava vant nógv undan stóru konsertini í Havn leygarkvøldið, tá eisini Frændur fer at spæla

Í kvøld verður rimmar konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Eyðun Nolsøe fer fyri fyrstu ferð, síðani fløgan Solo kom út fyri einum mánaði síðani, at spæla live, og saman við honum fara eisini Frændur at spæla.

Bólkurin hjá Eyðuni Nolsøe hevur vant dúgliga undan konsertini í kvøld, og teir ætla at vísa føroyingum, at teir hava ongantíð verið betri enn nú.

Og grundarlag skuldi verið fyri einum góðum bólki, tí allir limirnir í bólkinum liva meiri ella minni av at spæla tónleik.

Í Eyðun Nolsøe Band eru Rógvi á Rógvu, sum spælir trummur, Jón McBirnie spælir bass, Leivur Thomse gittar, Magnus Johannesen keyboard og Rhodes, og Eyðun Nolsøe, sum syngur og spælir kassagittar. Afturat sær hava teir nú fingið tríggjar aðrar tónleikarar. Tveir av føstu limunum í Moirae, Kim Hansen og Kaj Johannesen, fara at spæla ávíkavist klaver og slagverk, og danski saxofon-spælarin Jim Skov fer eisini at spæla saman við Eyðun Nolsøe Band.


Solo heilt nógv seld

Á konsertini í kvøld fer Eyðun Nolsøe at spæla allan tónleikin, sum fyri einum mánaði síðani kom út á fløguni Solo.

Hendan fyrsta solofløgan hjá Eyðuni hevur selt heilt væl, og hnn telist millum tær allarmest seldu í ár.

Hóast enki ítøkiligt er í tí enn, hava onkur útlendsk plátufeløg fingið eintak av Solo, sum tey ætla sær at lurta eftir og so finna út av, um hon er nakað fyri tey.

Samstundis sum Eyðun Nolsøe fer á pallin við sínum egna bólki, og annars hevur givið sína fyrstu fløgu út uttan gomlu frændurnar, fara júst Frændur at spæla saman við honum í kvøld.

Frændur fer at spæla á konsertini í kvøld, og tað er longu einaferð fyrr í ár staðfest, at Frændur hevur sama fólkatokka sum fyrr, tí tá teir seinast spældu í Havn, vóru væl yvir 1000 fólk á konsert.

Eyðun Nolsøe fer at spæla saman við Steintór Rasmussen, Rana Nolsøe og hinum í Frændum, og allir teir góðu, gomlu Frændasangirnir verða sjálvandi at hoyra í kvøld.

Konsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi, byrjar kl. 23.00, og atgongumerkini, sum kunnu keypast við dyrnar, kosta 100 krónur.