23. februar skal Eyðun Samuelsen aftur døma altjóða hondbóltsdyst. Tað hevur hann gjørt so ofta áður, men eingin uppgáva kann samanlíknast við hana, sum hann nú hevur fingið.
Eyðun og íslendski makkari hansara, Ingvar Gudjónsson, skulu nevniliga døma dyst millum Sporting CF úr Portugal og HC Zomimak úr Makedonia. Og júst makedonska liðið var partur av einum veruligum gøludysti, tá ið teir spældu á heimavølli ímóti Aarhus Håndbold í desember mánaði.
Makedonska liðið spældi so harðligt og óftanligt, at tað í løtum minti mest um reguleran harðskap ímóti spælarunum úr Aarhus. Dómararnir í dystinum gjørdu lítið og einki fyri at revsa ella steðga harða spælinum, og eftir dystin kærdi Aarhus Håndbold dystin til europeiska hondbóltssambandið, men einki kom burtur úr kæruni.
Europeiska felagið hjá hondbóltsspælarum vildi hava dómararnar útilokaðar frá allari døming og kallaði teir ”keyptar”.
Nú skulu Eyðun Samuelsen og Ingvar Gudjónsson so døma makedonska liðið í dysti í Portugal um eina viku.
Í seinnapartssendingini hjá Rás2 í dag ber til at hoyra, hvat Eyðun Samuelsen sigur til at hava fingið júst hesa uppgávuna. Rás2 Seinnapartur kann hoyrast frá kl. 13.00!