G! FESTIVAL 2007
Einfaldar robottiskar rytmur við einfaldum gittar-riffum. Onkuntíð var gittari ella so var bassur frammi. Alt púrasta elektroniskt, eisini teir tríggir svørtu robottarnir. Framførslan var ikki bara ein tónleikaframførsla, hon var nakað meiri enn tað.
Tónleikurin minti meg um okkurt týskt elektroniskt, og Kraftwerk er tað einasta eg kenni nakað til. Bert eitt av løgunum vóru orð løgd til, og hesin eini sangurin breyt eitt sindur frá elektronika-sjangruni.
Framførslan, ið byrjaði kl. 20.00, fór fram í bjørtum, blendandi sólskini, so lampuljósini hjá teimum trimum komu ikki til sín rætt í sólskininum. Tey virkaðu løgin og fremmendagerandi, hetta er eisini eyðkennir í hesum slagnum av tónleiki.
Framførslan var stutt, ikki nógv meiri enn 30 minuttir. Og tey uml. seks løgini vóru avgjørt eygnaopnarar fyri mítt viðkomandi og allarhelst fyri fleiri afturat. Ein ungur eysturingur aftanfyri meg ljóðaði eisini til at hava fingið eyguni upp fyri onkrum nýggjum og hugtakandi, hann hevði nokk eina líknandi uppliving sum eg:
- Hatta var ræðuliga cool, var hatta!