Tað skuldi vera ein stór veitsla, tá amerikanska songkvinnan Ariana Grande helt konsert í Manchester Arena í gjárkvøldið. Men tað endaði í einum sorgarleiki. Higartil eru 22 fólk deyð
Kennedy Hill, sum einans er tannáringur, var á konsertini, tá ein bumba brast stutt eftir at Ariana Grande var farin av pallinum og fólk vóru á veg heim.
- Tað var deyðakvirt í høllini í fimm ella seks sekund, sum kendust nógv longri, og so byrjaðu øll at renna, sigur hon við tíðindastovuna AFP.
Mamma hennara, Stephanie Hill, sá fólk renna burtur fjálturstungin, og tey mistu bæði skógvar og fartelefonir á veg avstað.
Rúm er fyri 21.000 fólkum í Manchester Arena og bumban brast í gongini.
19 ára gamli Sebastian Diaz frá Newcastle sá ræðuleikan sum fylgdi.
- Pápar komu berandi við sínum grátandi døtrum í ørmunum, sigur hann sambært AFP.
Løgreglan í Manchester hevur váttað, at børn eru millum tey dripnu. Illgerðarmaðurin er eisini millum tey deyðu, sigur løgreglan.
/ritzau/