Eygnavitni: Tað sær ræðuligt út

Tað er sum ein tjúkkur greytur av lívshættisligum royki hevur lagt seg um bygdina og ferðast nú suðureftir

Støðan á Tvøroyri er so mikið hættislig, at sløkkiliðsfólk eru farin av staðnum fyribils, tí tað ber ikki til at sløkkja eldin júst nú. 

Øll á Tvøroyri, Trongisvági og í Líðini verða biðin um at fara antin suðureftir ella norðureftir, tí tað er ikki ráðiligt at vera verandi á Tvøroyri nú. 

Enn vita vit ikki, júst hvussu álvarsom støðan er, men eygnavitni á staðnum greiða frá, at tað sá ógvusligt út á Tvøroyri, tá ið roykurin byrjaði at breiða seg um 10 tíðina. Sum skilst kyknaði eldurin í goymslurúminum og tað vandamikla við roykinum er, at ammoniak er í honum og andar tú tað í teg, so kanst tú doyggja av tí. 

Eygnavitni siga, at fólk stóðu á gøtunum eina løtu og eygleiddu roykin, men stutt eftir hann kyknaði komu boðini frá løgregluni um, at fólk skulu halda seg frá økinum, tí roykurin er vandamikil. 

- Vit vóna bara, at øll starvsfólk á Varðanum sluppu óskødd út, siga tey av Tvøroyri.