Eyka bio-túrar

Føroysku bio­graf­ar­nir kundu neyvan hugs­að sær betri lýs­­inga­her­ferð enn hana, sum vit hava sæð sein­­ast tvær vikur­nar

Tað er ymiskt, hvat verður kravt, um tey nomi­neraðu ikki taka við avbjóðingini, men í allar flestu førum er tað tó ein biograf-túr­ur, sum stendur upp á spæl.
Tá Kringvarpið leyg­­­ar­­dagin tos­aði við John­ny Ol­sen, sum rek­­ur Atlan­tis í Klaks­vík, helt hann fyri, at tey høv­du merkt ein vaks­­an­di áhuga.
- Eg haldi at fólk hava gingið meira í biograf seinastu dagar­nar. Og í fleiri førum er talan um fólk, sum hava lopið, men sum so kortini eisini taka bio-túrin, so hetta hevur heilt víst ávirkað okk­um positivt, segði Johhny Olsen við Kring­varpið.
Stjórin í Havnar Bio, Jákup Eli Jacobsen, er ikki eins avgjørdur, tá vit settu honum sama spurn­ing.
- Tað hava ging­ið nógv fólk í bio­grafi­num seinastu tíðina, men eg haldi nú hetta kemst mest av, at vit ha­va nakrar góðar sýn­ing­­ar á løriftinum. Tó havi eg lagt til merkis, at tað eru nógv fleiri gávu­kort seld seinastu vikuna, enn tað vanliga er talan um, so har hev­ur tað helst ávirkað nak­að, sigur Jákup Eli.