Eyka byrða til vinnulívið

1. januar 2010 kom lóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða í gildi. Lógin áleggur arbeiðsgevarum og sjálvstøðugt vinnurekandi eitt eykagjald á 0,1 prosent. Fíggjarmálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at hetta er ein dagføring av verandi vanlukkutryggingarlóg, umframt at nýggja lógin eisini fevnir um vinnusjúkur. Tað er ikki gjørligt at tekna trygging móti vinnusjúkum, og tí er Vinnusjúkugrunnur settur á stovn fyri at tryggja, at peningur er tøkur í hesum sambandi.

Arbeiðsskaðatryggingarlógin er málsøki hjá Vinnumálaráðnum, men er innkrevjingin av

gjaldi til Vinnusjúkugrunnin løgd til TAKS at umsita. Til at fíggja Vinnusjúkugrunnin

skulu allir arbeiðsgevarar gjalda 0,1 prosent av útgoldnum A-inntøkum, eins og sjálvstøðugt

vinnurekandi skulu gjalda 0,1 prosent av skattskyldugu inntøkuni av vinnuvirkinum fyri síðsta inntøkuár.

Fyri eina fyritøku, sum hevur útgoldið 100 milliónir krónur í lønum, merkir hetta eitt eykagjald á 100.000 krónur.

Av praktiskum orsøkum fer TAKS at krevja gjald til Vinnusjúkugrunnin inn saman við

gjaldinum til barsilsskipan, og tískil verður lagt 0,1 prosent afturat teim 0,62 prosentunum, ið verða kravd inn til barsilsskipanina.

Gjaldið fyri sjálvstøðugt vinnurekandi verður sent út í rokning seinni í heyst, tá

skattaálíkningin fyri 2009 er liðug.