Eykajáttan neyðug

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, verður noyddur at biðja um eykajáttan, nú talið á skúlaflokkum er so nógv hækkað.
-Talan verður helst um einar tríggjar milliónir, sigur Jógvan á Lakjuni.

Neyðugar útbúgvingar
-Vit mugu útbúgva føroyingar til tað, sum vit hava brúk fyri. Tað er klárt, at tíðin í dag krevur vitan, men tað er umráðandi, at vit hava tær røttu útbúgvingarnar, sigur Jógvan á Lakjuni.