Fráboðaðu sparingarnar á eldraøkinum verða umrøddar í løgtinginum júst nú.
Sparitiltøkini koma í kjalarvørrinum á eina meirnýtslu á 4,7 milliónir krónur á røktarheimunum kring landið í fjør.
Løgtingið er farið undir 3. viðgerð av eykajáttanarlógini fyri apríl, men hóast játtanin til eldraøkið ikki er við í eykajáttanini, so er tað hetta málið, ið merkir kjakið.
Samgonga og andstøða togast dúgliga um, hvør hevur játtað mest og spart minst.
Men undir kjakinum er fleiri ferðir komið fram, at ein eykaajáttan er áveg.
- Ein eykajáttan er áveg. Hon kemur í løgtingið í dag og verður væntandi eisini avgreidd ídag. So verður tað upp til landsstýriskvinnuna í almannamálum at finna pengarnar onkra aðrastaðni, segði Bárður Nielsen í løgtinginum júst nú.