Leygarkvøldið verða fagnaðarkonsertir fyri amerikanska poppsangaranum Billy Joel í Spaniastovu í Klaksvík. Konsertirnar eru í sambandi við, at Billy Joel fyrr í ár fylti 70 ár. Kendir sangir hjá Billy Joel verða tulkaðir av føroyskum sangarum og tónleikarum.
Í húsaorkestrinum spæla Páll Sólstein, Jógvan Fróðin Baldvinsson, Jens Pauli Joensen og Rani Nolsøe. Solistar verða Karl Martin Samuelsen, Daisy Johannesen Lolk, Hans Andrias Jacobsen, Rani Nolsøe og Ingibjørg Hansen.
Konsertin, sum var á skránni leygarkvøldið kl. 20.00, er útseld, og tí hava fyrireikararnir sett eykakonsert á skránna kl. 23.00.