Stórur gravgangur var eftir atgongumerkjum til konsertina hjá Lukas Graham 24. oktober. Á Torginum í SMS og uttanfyri Vodafone handilin í Runavík stóðu fólk í longum bíðirøðum tá forsølan byrjaði fyrradagin, og tað tók eisini bara 20 tímar til øll 1800 atgongumerkini vóru seld.
Tað eru framvegis nógv fólk, ið ikki fingu atgongumerki til konsertina, men tað er eingin orsøk at falla í fátt, tí fyrireikararnir boða í dag frá, at Lukas Graham er hugaður at spæla enn eina konsert fyri føroyingum, tá ið hann kemur til Føroya.
Tí er ein eykakonsert ásett at verða í høllini á Hálsi fríggjakvøldið 23. oktober kl. 21.00. Forsølan til hesa konsert byrjar í dag kl. 14.00. Atgongumerki fáast til keyps í Vodafone í SMS og Runavík, og online á heimasíðuni www.reinsariid.fo.