Eykaliðið hjá dønum eyðmýkti Kroatia í stórsigri

Meðan teir royndu leikararnir kundu hvíla seg, hólvaði eykaliðið hjá Danmark Kroatia av, sum bara megnaði at fylgja við í fyrra hálvleiki.

Danska hondbóltslandsliðið hjá monnum heldur fram við sigursferðini í HM endaspælinum í Egyptalandi.

Heldur ikki siðbundna hondbóltstjóðin Kroatia megnaði at gera nakað við liðið hjá Nikolaj Jacobsen og fór úr kappingini við einum vánaligum farvældysti.

Danska liðið við eykaspælarum vann 38-26 í einum dysti, sum váttaði, at støðið eisini er høgt hjá spælarum, sum vanliga ikki standa í fremstu røð.

Nú kann Danmark hugsavna seg um dystin í fjórðingsfinaluni mikudagin ímóti Egyptalandi og so bara vóna, at Niklas Landin ikki er álvarsliga skaddur.

Eftir eina trygga byrjan mátti málmaðurin fara úr dystinum við onkrum, sum líktist skaða í knænum eftir samanstoyt við Emil Jakobsen.

Burtursæð frá tí var nógv gott at síggja í 16. HM sigrinum hjá Nikolaj Jacobsen á rað sum landsliðsvenjari.

Eitt var, at Emil Jakobsen er klárar at taka dystin upp við Magnus Landin um spælitíð á vinstra veingi.

GOG-vongurin er ein onnur typa – ikki so verjusterkur, men við einum bergtakandi sveimi og skiftandi avslutningum.

Tann støðugt konfontatiónssøkjandi Jacob Holm fekk møguleikan frá byrjan, meðan Mikkel Hansen annan dystin á rað ikki var við vegna búkilsku.

Á hinum bakkinum fekk Nikolaj Øris tiltrongda spælitíð, sum eftir tvey skot á málrammuna fekk skorað fleiri mál.

Tann stóra danska upplivingin var tó eitt kendari andlit.

Spælstýrarin Mads Mensah spældi eitt brak av einum fyrra hálvleiki, har hann hevði hondina við í tí nógva og hevði eitt framúrskarandi mál við langskoti.

Kroatia hevur skuffað í HM, og avrikið í seinna hálvleiki í kvøld var ikki gott fyri ta annars so erpnu hondbóltstjóðina.

Kroatar byrjaðu annars væl, vælvitandi at bert ein sigur kundi halda teir í kappingini.

Men góðu tankarnir hildu bara í 30 minuttir, tí liðið kom illa frá tí í seinna hálvleiki.

Eftir sjey minuttir hevði Danmark skorað seks ferðir, uttan at kroatar skoraðu, og øktu til 23-15.

Ein desperatur venjari, gamla hondbóltshetjan Cervar, brúkti skjótt øll síni timeout, men har var einki at gera. Kroatar skutu seg troyttar móti einum vælspælandi Kevin Møller, og danir gjørdu sær dælt av teimum mongu bjargingunum til kontramál.

Beint fyri dystarlok kom Nikolaj Læsø inn á liðið á fyrsta sinni, og hann megnaði at skora trý mál.

Tað endaði við eini eyðmýking av Kroatia og stórsigri til Danmark, sum fekk eina sera góða upptakt til fjórðingsfinaluna.

/ritzau/