Runavíkar Kommuna, ið hevur vinarbýarsamstarv við fleiri býir í norðurlondum, fekk innbjóðing um at verða við í sambandi við at vinarbýarkommunan hjá Runavík í Íslandi skuldi hátíðarhalda sín 50 ára dag. Í hesum sambandi spurdi Runavíkar kommuna Eystankórið, um tað var møguligt hjá kórinum at luttaka í hátíðarhaldinum.
32 sangarar við Símuni Nónklett sum kórleiðara fóru við Norrønu av Havnini 25. juni og komu vit dagin eftir í fagrasta sólskinsveðri á Seydisfjørðin, har umboð fyri Egilstaðar kommunu tóku ímóti. Síðani varð koyrt við bussi tann stutta, men sera vakra teinin frá Seydisfjørðinum til Egilstaðir. Komin nakað væl niðan frá Seydisfirði, varð steðgað á, so vit kundu taka nakrar myndir av tí stórbæru íslendsku náttúruni. Har møttu vit einum ferðalagi av vælhýrdum pensionistum úr Suðuroy, ið vóru á veg til Norrønu eftir ein væleydnaðan túr runt í Íslandi.
Komin til Egilstaðar varð farið beinleiðis í skúlan, har vit vórðu móttikin av sera blíðum íslendingum, ið bjóðaðu okkum at vera vælkomin og samstundis takkaðu tey okkum fyri at vit høvdu tikið sólina við til Íslands. Tað var nevniliga so, at hetta var fyrsti rættuligi sóldagurin har um leiðir í fleiri mánaðir.
Í skúlanum fingu vit morgunbreyð og kaffi.
Blíðskapinum hjá íslendingum skuldu vit møta fleiri ferðir á túrinum. Nøkur av okkum skuldu gista hjá vertsfólkum okkara, meðan restin skuldi gista á einum skúla tætt við.
Dagin eftir hildu vit okkara fyrstu konsert í kirkjuni. Konsertin gekk sera væl. Á skránni vóru føroyskir, norðurlendskir og enskir sálmar og sangir.
Leygardagin skuldi hátíðarhaldið verða. Tey flestu av okkum vóru í tjóðbúnanum. Sjálvt hátíðarhaldið var uttandura. Har vóru ym-iskar framførslur og heilsanir bornar fram, m.a. forseti Íslands, Ólavur Ragnarson og Jákup Lamhauge, býráðsformaður, ið eisini handaði Egilstaðar Komm-unu ein málning av Skálafjørðinum. Eystankórið sang íslendskar og føroyskar sangir. Eisini var høvi at vísa íslendingum føroyskan dans. Seinni um kvøldið varð farið ein túr í býin.
Umframt at hava konsertir var eisini høvi at gera útferðir til ymisk kend støð har um vegir. M.a. vitjaðu vit eina viðarlund, har fyrrv. skógarfútin í Íslandi, Sigurd Bløndal, vísti okkum runt.
Áðrenn farið varð til Íslands hevði kórið fingið samband við kenda toftamannin í Íslandi, Jón Sámalson, ið býr á Akureyri. Kórið hevði hugsað um at fingið hann sum ferðaleiðara tá vit komu til Akureyrar. Tá hann frætti at kórið skuldi koma til Íslands, var leyst og liðugt beinanegin og kom hann við flogfari til Egilstaðar og ferðaðist saman okkum, tann fyri okkum, langa teinin til Akureyrar.
Túrurin til Akureyrar varð hendingaríkur. Jón dugdi so sera væl at siga frá hendingum frá landnámstíðini og uppeftir, at ein líkasum føldi seg aftur í tíðina. Tað man mangan hava verið langt at ferðast hjá íslendingum millum bóndagarðarnar uppi á hálendinum. Stundum var náttúran kørg og oyðin, bert sandur, og stundum grasgrønar fløtur.
Á ferðini varð steðgað við sera vakra og kenda staðið Mývatn, har vit fingu døgurða.
Tað var sera stórsligið at koma oman ímóti tí langa Eyðafirði. Inni á botninum liggur tann so sera vakri og nossligi býurin Akureyri. Á Akureyri gistu vit á einum góðum vallaraheimi. Dagin eftir høvdu vit eina væleydnaða konsert í Akureyrar kirkju. Til konsertina vóru eisini fleiri føroyingar, ið búðu á Akureyri og har um vegir. Akureyrar kirkja er sera vøkur innan við sínum serligu mosaikrútum. Doypifundurin er gjørdur eftir doypifuntinum í dómkirkjuni í Keypmannahavn. Eftir konsertina bjóðaði jón okkum øllum til ein kaffimunn á einum gistingarhúsi uttan fyri býin. Á hesum gistingarhúsi hittu vit eisini eina føroyska gentu, ið arbeiddi har.
Síðan gekk leiðin til Húsavíkar, ið liggur minni enn 50 fjórðingar frá polarringinum. Í Húsavík skuldu vit hava okkara seinastu konsert í kirkjuni har. Eins og hinar kirkjurnar í Íslandi er hon vøkur við einum eyðkendum sniði. Undan konsertini bjóðaði kirkjutænarin okkum til kaffi og køkur í sínum so sera vakra og sermerkta urtagarði. Eftir konsertina fóru vit beinleiðis avstað aftur við kós móti Narvastaðum, har vit skuldu gista um náttina. Narvastaður er ein av teimum mongu bóndagørðunum, ið kunnu hýsa ferðafólki um summarið. Á Narvastøðum høvdu vit eitt sera hugnaligt kvøld.
Dagin eftir fóru vit so víðari móti Egilstøðum. Vit steðgaðu aftur við Mývatn, har vit skuldu siga Jóni farvæl. Tað var við sorgblídni, at vit søgdu honum farvæl og takkaðu honum fyri tað hann hevði gjørt fyri okkum. Uttan henda so hugnaliga og frálíka frásøgumannin hevði túrurin ikki verið tað hann bleiv til. Hann ynskti okkum góða heimferð og bað Jesus verða við okkum. Eisini bað hann okkum um at heilsa vinum og kenningum heima.
Komin aftur til Egilstaðar vóru vit sera móð av tí langa túrinum, so ikki varð hugsað so nógv um annað enn at sova.
Dagin eftir varð farið heimaftur við Norrønu. Ein sera góður og hendingaríkur túrur var at enda komin.
Eystankórið fer við hesum at takka øllum, ið hava hjálpt og stuðlað kórinum í sambandi við ferðina til Íslands.