Ein nýggjur og spennandi partur av Eystanstevnuni í ár er ein
stórur karnivalur sum verður fríggjakvøldið. Við í Karnivalinum verða skótar, fimleikarir, fótbóltsspælarir, kappróðrarmanningar, Guliganz, Nes Sóknar Musikfelag og nógv fleiri.
Vit vilja hervið bjóða øllum nýflogdum pisum at koma við í karnivalin og hjálpa okkum at seta Eystanstevnuna 2008 við bulduri og braki.
Tey í vilja verða við í Karnivalinum kunnu møta uttanfyri ítrottarhøllini í Runavík fríggjakvøldið kl 18:30.
Hetta verður samstundis byrjanin til setanina av ársins stevnu. Beint eftir at karnival-gongan er komin til høvuðsøkið, fer Jákup Mortensen, fyrrverandi formaður í NSÍ at seta stevnuna