Eystanstevnukabarettin »Í brennideplinum«

So er árliga eystanstevnukabarettin aftur á skránni. Hesaferð eru kabarettevnini rættulig spreingistoff og sera eldfim, og málið viðvíkjandi Athenu kemur veruliga »í brennidepilin«.

Tað er serliga lokalt skemt, sum setur dám á kabarettina, men onnur meira almenn evni verða eisini tikin við. M. a. verða læknakanningar gjørdar, sum skulu vísa, um kyksilvur nú er so vandamikið, sum læknavísindin vil vera við.

Fólk í Runavík við respekt fyri sær sjálvum ganga sjálvandi í Vælveru Fitness, og kabarettbólkurin er einki undantak í so máta.

Í vár varð skipað fyri spurnakappingini »Úr Æðuvík til Skipanesar«. Kabarettin var sjálvandi eisini til spurnakappingina, og okkurt verður tikið framaftur.

Spurningurin er so, um vit kunnu vænta, at tann kendi bindiklubburin aftur verður við? Ella fer alt kanska bara upp í royk....?

Leikararnir til kabarettina eru stórt sæð teir somu sum undanfarin ár, men onkur »styrkur« er komin afturat. Eisini spæla lokalir tónleikarar til framførslurnar, og sangir og tættir eru yrktir til høvið, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi - og teir heilsa, at øll eru vælkomin á eystanstevnukabarettina »í brennideplinum!«