Eysturbúgvin landaði á Sandi

Hesa vikuna hevur Sandoy Seafood keypt lastina hjá Eysturbúgvanum, og felagið hevur eisini keypt fisk úr Sørvági. Mánadagin landaði Eysturbúgvin á Sandi. Teir høvdu 135.000 pund av upsa, sum Sandoy Seafood keypti.

Eysturbúgvin partrolar saman við Vesturbúgvanum, sum landaði umleið somu nøgd í Vestmanna.

Skipini fóru útaftur longu mánakvøldið.

Hesa vikuna hevur Sandoy Seafood eisini keypt 90.000 pund av upsa úr Sørvági. Hetta er fiskur, sum partrolararnir Vesturskin og Vesturleiki landaðu mánadagin.

Á virkinum í Skopun fer meginparturin av fiskinum til portiónir og tað, ið eftir er, fer í blokk.

Tað eru eini 4-5 ár síðan, at Sandoy Seafood legði um frá blokki til portiónir, sum geva meiri arbeiði, samstundis sum virðisøkingin av ráfiskinum er størri.

Sandoy Seafood í Skopun hevur framleiðsluorku til eini 25-30 tons av ráfiski um dagin.

Á virkinum á Sandi, har felagið áður hevði saltfiskaframleiðslu, er bara virksemi, tá landing er.

Sum er, verður virkið á Sandi ikki latið uppaftur til saltfiskaframleiðslu, siga tey á Sandoy Seafood, sum annars hevur eini 60 fólk á sínum lønarlista.