Tað seinasta árið er talið á eysturevropearum, sum arbeiða í Danmark, vaksið 15 prosent, og tað hava ongantíð verið so nógv fólk úr Eysturevropa á danska arbeiðsmarknaðinum sum í 2012.
Fagbladet 3F skrivar, at í triðja ársfjórðingi í fjør arbeiddu 54.523 fólk úr 10 eysturevropeiskum londum í Danmark. Tey flestu arbeiddu innan reingerð, landbúnaðin og byggivinnuna.
Frank Korsholm, sum er vinnupolitiskur stjóri í Handverksráðnum, sigur við blaðið, at støðugt fleiri danskir arbeiðsgevarar kæra seg um, at teir noyðast at kappast við eysturevropeisk feløg, sum snýta í skatti og løn, og sum ikki halda reglurnar um trygd á arbeiðsplássinum. Hann leggur afturat, at ein fjórðingur av teimum eysturevropeisku feløgunum, sum virka í Danmark, eru komin ólógliga til landið.
Palle Bisgaard, sum er skrivari í fakfelagnum 3F, sigur, at umleið 6.000 danskir byggiarbeiðsmenn eru arbeiðsleysir, og at teir kunnu ikki fáa arbeiði, tí at tey útlendsku feløgini snýta við løn og skatti.