Eysturkommuna lagt sína fyrstu fíggjarætlan

Leirvíkar Bygdarráð og Gøtu Bygdaráð samtyktu á fundi í gjár ta fyrstu fíggjarætlanina hjá Eysturkommunu

Tey bæði bygdaráðini samtyktu, at skattaprosentið í 2009 verður 21% og barnafrádrátturin 5.000 kr. fyri hvørt barnið. Foreldragjaldið í barnaansingin verður líka í øllum bygdunum og systkinaavsláttur verður veittur 3. barninum í kommunalu barnaansingini.

Fíggjarætlanin javnvigar við 62 mió.kr. Raksturin av Eysturkommunu er settur til 47,2 mió.kr., kapitalútreiðslurnar 5,7 mió.kr. og íløgurnar verða íalt 9,1 mió.kr. Skattainntøkan verður mett til 56,5 mió.kr.

Størsta einstaka íløgan á 8,5 mió. kr. í 2009 fer til bygging av nýggjum dagstovni í Leirvík, sum verður liðugur á sumri 2009. Restin av íløgujáttanini verður brúkt til liðugtgerð av vegi undir Gøtueiði og til Gøtubrá í Gøtu. Íløgurnar verða fíggjaðar við avlopi frá rakstri og við tøkum peningi.

Kommunurnar siga í tíðindaskrivi, at seinasta árið hava bygdaráðini í Gøtu og Leirvík hvør í sínum lagi arbeitt við eini nýggjari byggi- og býarskipan. Hetta arbeiðið verður nú samlað saman og gjørt liðugt og eru 200.000 kr. játtaðar til byggi- og býarskipanina í 2009.

Hetta er fyrsta fíggjarætlan hjá Eysturommunu, nú Gøta og Leirvík leggja saman í Eysturkommunu á nýggjárinum. Bygdaráðini eru samd um undir verandi umstøðum, at gera eina varisliga fíggjarætlan fyri 2009.

Eysturommuna verður fíggjarliga rættiliga væl fyri og skuldin á nýggjárinum verður umleið 26 mió.kr. netto. Tað er umleið 45% av eini álíkning.