Seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið í Eysturkommuna við 43 íbúgvum - úr 1.935 síðsta summar til 1.978 tann 1. august 2014.
- Hetta er, sambært Hagstovu Føroya, størsti vøkstur í fólkatali í nakrari føroyskari kommunu eftir Tórshavnar kommunu.
Tað veit Eysturkommuna at siga í dag.
- Meira áhugavert er at hyggja eftir tilflyting av fólki. Eysturkommuna hevði eina nettoflyting á 30 fólk, ið eisini er næst størst í landinum. Tað merkir, at 30 fólk fleiri fluttu til enn tað fluttu úr kommununi.
Tann, sum fegnast um hesa gongd, er ikki minst borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen.
- Vit gleðast um at síggja vøkstur í kommununi, og vit stremba eftir at veita øllum okkara borgarum eina góða tænastu, umframt at vit bjóða tilflytarum vælkomnum at búsetast í okkara kommunu, sigur hann við heimasíðuna hjá Eysturkommunu.