Tað eru góðar tíðir í Eysturkommunu. Í gjárkvøldið viðgjørdi býráðið roknskapin fyri farna ár, og vísti hann, at kommunan hevði eitt avlop á 22,7 milliónir krónur.
Samlaðu inntøkurnar hjá kommununi vóru 104,3 milliónir krónur harav 16,1 milliónir krónur eru frá eftirlønargjøldum og frá borgarum sum virka undir t.d FAS, DIS og NIS-skipanum. Høvuðsorsøkin til góðu gongdina er tó høgu inntøkurnar frá persónsskatti, 77,6 milliónir krónur í alt, ið er nýtt met. Aldrin áður hevur kommunan fingið so nógv inn í persónsskatti.
Á síni heimasíðu vísir kommunan eisini á, at rakstrarútreiðslurnar vóru lægri enn væntað.
- Rakstrarútreiðslurnar í 2015 vóru 75 mió. kr. sum er 800 t.kr lægri enn mett. Rakstrarútreiðslurnar er hækkaðar nógv í mun til 2014 og kemst hetta av at kommununar yvirtóku eldraøkið tann 1. Januar 2015. Rakstrarútreiðslurnar av eldraøkinum vóru góðar 16 mió. kr. sum er ein øking frá 2014 uppá 15,4 mió. kr. hinar rakstrarútreiðslurnar eru áleið tær somu sum í 2014.
Íløgur vórðu gjørdar fyri tilsamans 20,5 milliónir krónur, harva størsti parturin, 10 milliónir krónur, fer til tekniska økið.
Tað er ikki bara persónsskatturin, ið setir nýtt met, men eisini nettoskuldin, ið er metlág.
- Nettoskuldin hjá Eysturkommunu var við árslok 2015 6,6 mió. kr. sum er áleið 7% av eini álíkning. Hetta er eisini nógv tann lægsta nettoskuldin hjá Eysturkommunu nakrantíð. Eftir ætlan so verða nógvar íløgur gjørdar í ár hjá Eysturkommunu, har íløgan í nýggja býráðshúsið er tann størsta, og mett verður at nettoskuldin við árslok 2016 verður áleið 30 mió. kr. sum svara til uml. 30 % av einari álíkning, skrivar kommunan á heimasíðuni.