- Eysturkommuna er framburðarfús. Tí vilja vit eisini stimbra undir nýhugsan og íverksetan, og sum nakað nýtt kunnu íverksetarar í Eysturkommunu nú søkja um stuðul til tess at fremja sínar dreymar og hugskot.
Tað vita tey í Eysturkommunu at siga á síni heimasíðu í dag.
Lagt verður aftrat, at íverksetanarstuðulin er skipaður soleiðis, at fyritøkur við heimstaði í Eysturkommunu kunnu søkja kommununa um stuðul til keyp av ráðgevingartímum hjá vinnuráðgeva, grannskoðara, sakførara ella øðrum serkønum fólki.
- Íverksetarar kunnu við hesi skipan fáa upp til 10.000 krónur í stuðli til keyp av ráðgevingartímum, siga tey í Eysturkommunu og vísa á reglugerð fyri skipanina við íverksetanarstuðul á síni heimasíðu - www.eysturkommuna.fo