Umleið hálvt annað hundrað fólk vóru á fundinum. Fleiri áhugaverd upplegg vóru á skránni og eitt sera sakligt orðaskifti, har bæði vinnulívsfólk og politikarar tóku lut.
Í síðstu viku endurgóvu vit nakað av tí, sum Símun Hammer, vinnulívsráðgevi segði í einari lýsing av vinnuni í oynni sum heild.
Í dag tríva vit í nakað av tí, sum Regin Jacobsen, stjóri á Bakka á Glyvrum, hevði at siga um alingina í oynni. Í komandi viku er ætlanin at hava okkurt tilfar afturat frá fundinum.