BRIDGE
Eysturoyar Bridgefelag vann FM kappingina millum feløg suðuri í Vági seinasta vikuskifti. Sigurin hjá eysturingum má sigast vera avbera uppiborin, teir vunnu allar sínar dystir. Avgerðin fall í næstseinasta umfari, tá teir vunnu 21-9 á føroyameistarunum í fjør frá Bridgedeild Kaggans. Við á liðnum hjá Eysturoyar Bridgefelag leiktu Magni Jøkladal, Símin Lassaberg, Robert Langgaard og Eyðun Anthoniussen. Hetta er fjórða ferðin, at Eysturoyar Bridgefelag vinnur FM fyri feløg. Síðan kappingin um hetta ferðarsteypið byrjaði í 1994 hevur Bridgedeild Kaggans vunnið tvær ferðir, Vestmanna Bridgefelag, Nýggja Bridgefelag og Havnar Bridgefelag eina ferð í part.
Úrslit:
Bridgedeild Kaggans-Klaksvíkar Bridgefelag2500
Havnar Bridgefelag-Vágs Bridge- og Billiardfelag2307
Eysturoyar Bridgefelag-Nýggja Bridgefelag2208
Havnar Bridgefelag-Eysturoyar Bridgefelag1020
Nýggja Bridgefelag-Klaksvíkar Bridgefelag1713
Vágs Bridge- og Billiardfelag-Bridgedeild Kaggans1515
Bridgedeild Kaggans-Nýggja Bridgefelag2109
Eysturoyar Bridgefelag-Vágs Bridge- og Billiardfelag2502
Klaksvíkar Bridgefelag-Havnar Bridgefelag0425
Vágs Bridge- og Billiardfelag-Klaksvíkar Bridgefelag0525
Eysturoyar Bridgefelag-Bridgedeild Kaggans2109
Nýggja Bridgefelag-Havnar Bridgefelag0425
Bridgedeild Kaggans-Havnar Bridgefelag1911
Klaksvíkar Bridgefelag-Eysturoyar Bridgefelag0525
Vágs Bridge- og Billiardfelag-Nýggja Bridgefelag2010
Endaliga støðan:
1Eysturoyar Bridgefelag113
2Havnar Bridgefelag94
3Bridgedeild Kaggans89
4Vágs Bridge- og Billiardfelag49
5Nýggja Bridgefelag48
6Klaksvíkar Bridgefelag47
Bridge vinnur fram í Vági
Síðan kreppuárini í 90-unum, hevur bridgespælið verið mest sum útdeytt í Vági. Vágbingar hava ikki tikið lut í FM kappingum, og tey bæði gomlu traditiónsríku feløgini har suðuri eru farin fyri bakka.
Men nú er lív komið í aftur. Í gomla smiðjuni á Gørðum hava vágbingar innrættað høli, har eitt nýtt felag við navninum Vágs Bridge- og Billiardfelag í dag heldur til. FM kappingin fyri feløg var leikt í hesum stóru og prýðiligu hølum, og kunnu vit, sum komu norðanfjørs bara fegnast við vágbingum um hetta framstig fyri Suðuroynna á frítíðar- og mentanarøkinum. Sum altíð, var blíðskapurin stórur í Vági. Nevndin í nýggja felagnum við Peturi Winther á odda frøddist um at síggja so nógvar bridgespælarar aftur í Vági, og tey bóðu okkum siga øllum frá, at tey spæla bridge í Bridge- og Billiardhúsinum hvørt týskvøld frá kl. 19.00, har øll, sum hava hug at læra hetta spennandi spælið at kenna eru vælkomin inn á gólvið at spæla ella bara at forvitnast.
Fyri fyrstu ferð í 10 ár hava vágbingar meldað lið til opnu FM kappingina fyri lið, har tað fyrsta umfarið verður leikt í Klaksvík fyrsta vikuskifti í november.