Eysturoyartunnilin: Heðin tekur undir við Poul

Nýggja uppskotið hjá Framsókn er serliga dámligt, tí tað byrjar við at staðfesta, at endamálið hjá almenna tunnilsfelagnum er “at gera tunnil undir Tangafjørð og Skálafjørð og hartil hoyrandi íbindingarvegir til landsvegakervið”, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, um tunnilsoysnina hjá Framsókn.

-Tórshavnar býráð hevur sum soleiðis ongantíð tikið støðu til, annaðhvørt vit skulu hava eina almenna ella privata tunnilsloysn undir Tanga- og Skálafirði. Men vit hava fleiri ferðir staðfest, at Tórshavnar kommuna og kommunurnar í Eysturoynni hava fullan góðkenningarmyndugleika í sambandi við tunnilsgerðina. Tær skulu góðkenna tunnilsætlanina og Tórshavnar kommuna hevur fullan førleika til at taka øll neyðug atlit til verkætlanina, leggur hann afturat.

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er eisini á góðari eið, metir borgarstjórin í Havn.

-Tær útrokningar, sum eru lagdar við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum vísa greitt, at almenna loysnin er ein munandi betri íløga fyri samfelagið Føroyar. Tann føroyska almenna loysnin hevur - um tølini bara halda nøkurlunda - ógvuliga stórar fyrimunir í mun til privatu ætlanina, metir Heðin Mortensen.

Kelda og les meira:

www.torshavn.fo/Default.aspx