Eysturoyartunnilin: Vørubilar sleppa bíligari eftir arbeiðstíð

Frá mánadegnum 1. mars verða tillagingar gjørdar av prísunum fyri vørubilar, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Uppbýtið í fleiri vektflokkar fyri vørubilar til og við 3.500 kg verður avtikið. Tískil verður gjaldið eins fyri allar vørubilar til og við 3.500 kg. Gjaldið verður ávikavist 150 krónur millum Eysturoynna og Streymoynna og 50 krónur, um koyrt verður millum Strendur og Rókina. Hetta treytað av, at tú hevur hald. Um tú ikki hevur hald, er meirkostnaðurin 100 krónur.

Mánadag til fríggjadag, áðrenn 7.45 og eftir 16.15, er gjaldið fyri vørubilar lækkað til , ávikavist 75 krónur millum Eysturoynna og Streymoynna og 25 krónur, um koyrt verður millum Strendur og Rókina. Broytta gjaldið er eisini galdandi um vikuskiftið frá fríggjadegi kl. 16.15 til mánamorgun kl. 7.45.

Prísirnir eru treytaðir av, at tú hevur hald. Um tú ikki hevur hald, er meirkostnaðurin 100 kr. Klokkutíðin víst verður til, er galdandi í rundkoyringini inni í Eysturoyartunlinum har skrásetingarskipanin er.

Fyribils er hetta galdandi í eini royndartíð í tríggjar mánaðir.