Upptakt
Eftir at hava vunnið »lítlu« steypafinaluna seinasta hóskvøld, hava toftamenn nú sett sær fyri at verða partur av ólavsøkufinaluni.
Bert ein forðing er eftir í so máta, og eru tað fuglfirðingarnir, sum sjálvandi eisini vilja hava pláss í ólavsøkufinaluni.
Fyrra uppgerðin í hesum verður Í Fuglafirði mikukvøldið, og sum skilst, so eru báðir partar hampuliga væl fyri til uppgávuna.
ÍF eru tó nakað skerdir, tí Pól Ennigarð hevur leikbann eftir reyða kortið, sum hann fekk móti KÍ. Tað merkir allar helst, at Bartal Eliasen hesa ferð verður fluttur aftur í miðverjuna. Ikki minst, tí annar møguligur avloysari - Rúni Elttør - dregist við skaða í knænum.
Hinvegin telur tað rætta vegin, at Gunnar Nielsen nú er komin seg eftir sín skaða, eins og Hanus Eliasen eisini er tað, og tí er als ikki ósannlíkt, at annar teirra byrjar millum teir fyrstu ellivu mikukvøldið.
Hjá B68 er einasta fráveran helst Julian Johnsson. Eyðstein Skipanes spældi ikki við í finaluni móti B71, tá hann var leikbannaður, men hann er nú aftur tøkur.