Eysturoyggin er serliga illa fyri

- Hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, umhugsað at skipa læknavaktina í Eysturoy undir Klaksvíkar Sjúkrahúsi, spyr Bill Justinussen, løgtingsmaður.

Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur í munnligum fyrispurningi, spurt Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um hon hevur umhugsað at skipa læknavaktina í Eysturoy undir Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Løgtingsmaðurin vísir á, at tað leingi hevur verið ávís misnøgd við tænastustøðið hjá læknavaktini á Landssjúkrahúsinum, og serliga er misnøgdin stór, har frástøðan er long.

 

- Læknavaktin er komin í lag, tí ov fáir kommunulæknar eru í føstum starvi kring landið. Tí ber ikki til at hava kommunulæknavakt alt samdøgnið í meginøkinum.

 

Bill Justinussen sigur, at Eysturoyggin er serliga illa fyri í mun til kommunulæknavaktina og enn verri, tá trýst er á skipanini.

 

- Tí eigur at verða umhugsað at skipa tilboðið í samstarvi millum sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina, heldur løgtingsmaðurin.