Telvingin, um hvør skal vera løgmaður, er ikki liðug enn. Tí er ikki greitt, hvør skal ganga fremstur í skrúðgonguni ólavsøkudag, og hvør skal rætta steypið til vinnaran í steypafinaluni, sum aftur í ár verður spæld ólavsøkudag.
Verkfallið hevur órógvað, men í morgin verður fyrra umfarið í stríðnum um, hvør skal vera annar parturin í finaluni. Tað stríðið stendur millum NSÍ, sum eigur heimavøll í morgin, og B68, sum verður á heimavølli, tá seinni dysturin verður spældur.
Grannauppgerðirnar eru altíð spennandi og tættar, og dysturin í morgin, tá Jógvan Martin Olsen fyri fyrstu ferð skal standa andlit til andlit við barndómsfelagið hjá sær, verður einki undantak. Kanska fer tað kortini at síggjast, at talan er um fyrra hálvleik í stríði, sum fevnir um tvær ferðir 90 minuttir.
Sambært skránni skuldi fyrra hálvfinalan verið spæld 28. apríl og tann seinna í morgin. Hetta forpurraði verkfallið, og vit hava ikki frætt, nær seinni dysturin verður.
Bæði NSÍ og B68 eru eins væl fyri, sum tey vóru hósdagin. Eingin spælari noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur, og eingin spælari sá reytt. Gul kort í landskappingini telja ikki við í steypakappingini.
NSÍ vann hósdagin á heimavølli 3?2 ímóti GÍ, og B68 vann á útivølli 4?1 ímóti TB. Tí kunnu vit við øðrum orðum siga, at bæði liðini fara á vøllin við sjálvsáliti.
HB skal spæla um hitt finaluplássið ímóti vinnaranum av uppgerðini millum VB og EB/Streym.
Hvør skal handa løgmanssteypið á ólavsøku verður gjørt av í politisku telvingini á gamla apotekinum. Um tað verður greitt, áðrenn tað verður greitt, hvørjum vinnarin av hálvfinaluni NSÍ?B68 skal spæla ímóti kunnu vit bara gita um.