Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava í dag undirskrivað samstarvssáttmála um barnaverndina.
Tað hendir nú Løgtingið hevur samtykt at frá fyrsta januar skal hvør barnavernd í landinum fevna um minst 3.000 fólk.
- Tað hevur so havt við sær, at Eysturkommunan og Fuglafjarðar kommuna eru komnar ásamt um at skipa eitt nýtt samstarv á økinum.
- Arbeitt hevur verið við málnum í eina tíð, og hava kommunurnar í dag undirskrivað ein samstarvssáttmála um felags barnaverndi.
Eisini eru kommunurnar samdar um, at fara undir eina tilgongd, við at skipa samstarv á eldraøkinum, nú kommunurnar skulu yvirtaka tað 1. Januar 2015.
Á myndini hava borgarstjórarnir báðir, Jóhan Christiansen í Eysturkommunu, vinstrumegin, og Sonni í Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, akkurát skrivað undir avtaluna.