Eysturoyingar skulu ikki yvir um Leirvíksfjørð

Vit fara ikki at góðtaka, at Fuglafjørður og Eysturkommuna sleppa at leggja saman við Klaksvík..

Tað ger Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, greitt í dag

Í ætlanini um kommunusamanlegging, sum Helena Dam á Neystabø hevur lagt fram, sleppa Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna at avgerða um tær vilja verða saman í einari kommunu, ella um tær skulu upp í Eysturoyar Kommunu.

Hetta merkir, at tað verða Fuglafjarðar- og Eysturkommuna, sum fáa myndugleika at gera av, um Eysturoy verður ein ella tvær kommunur.

- Tað kann ikki vera rætt, at hinar kommunurnar í Eysturoy, Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommuna ikki verða tiknar við í hesi stóru avgerð, sigur Magnus Rasmussen.

- Tað er púra sjálvsagt, at allar hesar fimm kommunurnar sleppa at siga sína hugsan um hetta. Alt annað er púra burturvið leggur hann afturat.

Hann vil heldur ikki hoyra talan um, at Fuglafjarðar- og Eysturoyar Kommuna sleppa at leggja saman við Norðoyggjum.

Hetta hevur annars verðið nevnt fleiri ferðir, helst úr Norðoyggjum.

- Hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast, staðfestir Magnus Rasmussen.

Hann sigur, at í Runavíkar Býráð er ongin ivi um, at Skálafjørður er ein náttúrlig kommunueind.

Somuleiðis er Eysturoy er ein náttúrlig landafrøðilig eind.

- At ein partur av Skálafjørðinum skal leggjast til Norðuroyggjar, ber snøgt sagt ikki til og tað fara vit heldur ikki at góðtaka, sigur Borgarstjórin í Runavík.