10-MANNAFØR
Eysturoyingur var enn eina ferð tryggur vinnari í kappingini millum 10-mannaførini. Harvið bendir alt á, at hann fer at vinna FM heitið.
Eysturoyingur var fremstur eftir startspurtin, hann var fremstur, tá ið tað varð farið undir endaspurtin, og hann var fremstur á endamálinum.
Fjarstøðan aftur til Nólsoying, sum hesa ferð aftur tók næstfremsta plássið, eftir at Hoyvíkingur hevði lænt tað á Jóansøku, var ikki meiri enn ein hálv bátslongd. Tað var væl minni, enn hon var aftur til Hoyvíking, tá ið Eysturoyingur á Trongisvágsfirði róði uppvísningsróður. Men tað var eingin ivi um, hvør fór at vinna.
Kappingin ímillum teir báðar fremstu bátarnar á Varmakeldu fyri tveimum árum síðani er næstan vorðin tiltikin. Ta ferðina fór Nólsoyingur fyrri undir endaspurtin enn guli báturin, og tað eydnaðist nólsoyingum at taka seg eitt vet framum, áðrenn teir umborð á Eysturoyingi setti føtur í bekk og vunnu.
Hesa ferð var gongdin tann sama. Nólsoyingur fór eitt sindur fyrri undir endaspurtin. Hann tók seg nakað fram, men tað eydnaðist honum ikki at hótta Eysturoyingin. Havnarbáturin og Hoyvíkingur vóru meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Nólsoyingin. Kappingin ímillum teir báðar var so mikið tøtt, at tað - hóast digitala og framkomna útgerð - ikki bar til at taka dagar ímillum, hvør at teimum var fremri. Tí fingu bæði Havnarbáturin og Hoyvíkingur triðja plássið og harvið fýra stig í part. Vágbingur var hesa ferð hálva bátslongd frá triðja plássinum, meðan Skálabáturin væl og virðiliga helt seg á sætta plássinum.
Tað vóru fín róðrarlíkindi í Fuglafirði leygardagin. Tá ið fasti starturin varð fluttur av 1000 metrum og út á 1500 metrar, hevði vindurin hug at vaksa eitt sindur. Hann var undan, og harvið vóru fyritreytirnar fyri góðum tíðum betri, enn tær ofta hava verið.
Eysturoyingurin setti nýtt Varmakeldumet leygardagin. Tíðin var 8.42.12. So góða tíð hevur einki 10-mannafar nakrantíð havt á Fuglafirði. Metið frammanundan stavaði - sambært fínu hagtølunum á heimasíðuni drekin.fo - frá 1999. Ta ferðina var vinnaratíðin 8.51.02, og eisini ta ferðina var Eysturoyingur, sum vann allar róðrarnar og harvið FM, bestur.
Eisini Nólsoyingur megnaði hesa ferð at gera av við gamla metið. Tíðin hjá honum var 8.44.20 ella næstan sjey sekund betri, enn gamla metið frá 1999 var.
Úrslit
1Eysturoyingur08:42.12
2Nólsoyingurin08:44.00
3Havnarbáturin08:52.11
4Hoyvíkingur08:52.11
5Vágbingur08:55.03
6Skálabáturin09:00.14