Eysturoyingur suverenur

Kappróður, 10-mannafør: Tað er eingin sum kemur nær í námind av Eysturoyingi. Hóast munurin styttis, so var hann tíggju sekund frammanfyri nummar tvey

Manningin á nýggja Eysturoyingi hevur so sanniliga víst at dugur er í bátinum.

Á stevnuni um vikuskiftið legði hann seg á odda beinanvegin og har varð hann verandi.

Hóast Kollfirðingar í Kjøli gjørdu alt teir vóru mentir, so hjálpti tað ikki eitt vet.

Tá málið var hálvrógvið sá annars út til at stígur var komin í hjá Eysturoyingi, men so var ikki.

Teir høvdu gott útsýnið til hinar bátarnar og tá Kjølur nærkaðist settu teir bert ferðina enn meira upp og aftaná tað var einki at gera hjá hinum bátunum.

Fimm bátslongdir vóru millum nummar eitt og tvey og ikki færri enn níggju bátslongdir vóru millum nummar eitt og trý. Umroknað til tíð, svarar hetta til umleið 18 sekund.

Einasta kappingin hjá 10-mannaførunum stóð um triðjaplássi har Havnarbáturin og Nólsoyingur togaðust.

Í tí kappingini dróg Havnarbáturin tað longra stráðið.

Tað er ikki vantandi at Eysturoyingur verður tikin í ár. Til tað eru teir alt ov suverenir. Tá steypini vóru handað segði róðursmaðurin á Kjøli, at tað gekk framá, tí teir høvdu tikið tvey sekund inn á Eysturoying frá seinasta vikuskiftið, tá rungaði láturin niðri á kajuni í Runavík.

Tað var óivað eisini mest í skemti hann segði orðini.

Men hóast tað, so er at vóna, at hinir bátarnir gera tað teir kunna fyri at nærkast Eysturoyingi.

Um ikki annað, so fyri spenningin skyld.

Úrslitið av róðrinum var annars hetta:

1.Eysturoyingur9.21.00

2.Kjølur9.31.08

3.Havnarbáturin9.38.10

4.Nólsoyingur

5.Vestmenningur

6.Tvørabáturin

7.Vágbingur