Fótbóltur
Útjavnandi málið hjá Eysturríki í yvirtíðini, í dystinum ímóti Póllandi hevur sparkað lív í eysturríksku tjóðina. Við einum sigri á Týsklandi á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien í kvøld, kann vertstjóðin senda málsliga og søguliga stórabeiggjan – Týskland – út í myrkrið. Hetta var júst tað, sum hendi í miðumfarinum, tá HM-endaumfarið var í Argentina, í 1978. Eysturríki vann 3-2 á Týsklandi og sendi týsku heimsmeistarnar út í myrkrið. Hetta var ein góð hevnd fyri eyðmýkjandi hálvfinalu-tapið í HM-endaspælinum í 1954, tá Týskland vann ein knúsandi 6-1 sigur. Týskland og Eysturríki spældu eisini bronsufinaluna í HM í 1934, tá vann Týskland 3-2. Eysturríksku fjølmiðlarnir og fótbóltsalmenningurin biðja nú um, at undurið frá HM í Argentina í 1978 skal henda aftur. Tá skoraði Hans Krankl tvey mál fyri Eysturríki. Hetta sama árið var Hans Krankl bert 7 atkvøður frá at gerast ársins spælari í Evropa. Kevin Keegan vann tann heiðurin í 1978.
Heimurin minnist best 1982
Meðan týskarar og eysturríkar tosa nógv um 1978 og nakað um 1954 og 1934, so minnist heimurin best dystin í HM-endaspælinum í Spania í 1982. Eysturíki og Týskland vóru í bólki saman við Algeria og Chile, og skuldu liðini møtast í síðsta dystinum í bólkaspælinum. Eysturríki hevði vunnið 1-0 á Chile, og 2-0 á Algeria. Algeria hevði vunnið 2-1 á Týsklandi, og Týskland hevði vunnið 4-1 á Algeria. Í 3. umfarinum vann Algeria 3-2 á Chile. Nú hevði Algeria tørv á, at Eysturríki tók stig frá Týsklandi, ella, at Týskland vann 3-0 ella meir á Eysturríki. Týskir sigrar á 1-0 og 2-0 merktu báðir, at Týskland og Eysturríki komu víðari. Týskland leyp á, og longu eftir 10 minuttir skoraði Horst Hrubesch til 1-0. Men hvat? Hetta úrslitið var jú nøktandi fyri báðar partar, og restina av tíðini hendi einki! Liðini bara trillaðu bóltin aftur og fram. Spanskir og uttanveltaðir áskoðarar vóru rasandi, og algirskir áskoðarar sótu og veitraðu við pengaseðlum, fyri at vísa hvat teir hildu um samansvørjingina hjá teimum báðu týskttalandi londunum. »Skandalan í Gijon« hevur dysturin verið nevndur hesi farnu 26 árini. Í kvøld kann hvørgin parturin liva við, at hin parturin er á odda 1-0, so vónandi fáa vit ein dyst, sum vit kunnu minnast fyri tað góða. Og vit vilja jú so fegin hava, at Josef Hickersberger kemur til Føroya við eysturríkska fótbóltslandsliðnum í oktober. Til tað krevst, at Eysturríki fær eitt nøktandi úrslit í kvøld!