70 eysturríkskir hermenn eru settir á markið millum Eysturríkið og Italia. Teir eru settir á Brenner Pass, ið er knútapunktið millum londini, har fólk ferðast ígjøgnum.
Tað skrivar euobserver.com í dag.
Myndugleikar í Eysturríki boðaðu frá í seinastu viku, at teir fóru at seta hermenn á markið millum londini, tí hvørja viku koma tað millum 700 og 1000 flóttafólk úr Italia til Eysturríkis. Ofta velja tey eisini vandamiklar mátar at ferðast uppá og tað er fyrr komið fyri, at flóttafólk eru deyð á leiðini millum Italia og Eysturríki.
Eysturríki, Danmark, Svøríki, Norra og Týskland hava higartil fingið loyvi at seta fyribils forðingar hjá fólki at ferðast millum lond, hóast Schengen avtalan ikki loyvir tí.
Verjumálaráðharrin í Bulgaria, Krassimir Karakachanov, segði í seinastu viku við Die Welt, at eisini teir ætla at seta hermenn á markið millum Bulgaria og Turkaland, fyri at forða fyri, at flóttafólk komu inn í Bulgaria.
Nógv flóttafólk koma framvegis til Grikkalands og Italia. Higartil í ár eru næstan 97000 fólk komin til Italia. Londini hava biðið ES um hjálp at taka ímóti flóttafólkum og ein semja bleiv gjørd millum ES londini, at 200.000 fólk skuldu flytast úr Grikkalandi og Italia og inn í onnur lond í Evropa. Higartil eru tó einans 20.000 fólk flutt.
Kekkia, Ungarn, Pólland og Slovakia hava noktað at taka ímóti flóttafólki úr Grikkalandi og Italia, meðan fleiri lond ikki hava yvirhildið tað, ið tey lovaðu at taka ímóti.