Eysturtýska mega-stjørnan

Liðskiparin á týska landsliðnum, Michael Ballack byrjaði sína fótbóltsyrkisleið í FC Karl Marxstadt

Fótbóltur

 

26. september fyllir týski liðskiparin, Michael Ballack, 32 ár. Skal hann vinna eitt heiti fyri týska landsliðið, so fæst neyvan betri høvi enn við EM-endaspælið í Sveis og Eysturríki. Michael Ballack, sum hevur spælt 85 landsdystir og hevur skotið 37 mál, verður næstan 34 ára gamal í 2010, so skal tað vera, so skal tað helst verða nú. Michael Ballack er vaksin upp í gamla DDR, sum fór í søguna tann 3. oktober í 1990. Hann er føddur í eysturtýska býnum Görlitz. Men nú er hann maðurin, sum skal ganga undan at fáa til vega evropameistaraskapið aftur til Týsklands.

 

Karl Marx Stadt

Fram til árið 1990, tá kommunistiska DDR fór í søguna, æt býurin Chemnitz: Karl Marx Stadt, eftir týska-jødiska ideologinum, sum var faðir at kommunismuni. Hetta sjálvt um Karl Marx var føddur í býnum, sum nevnist Trier. Michael Ballack var sjey ára gamal, tá hann var limaður inn í FC Karl Marx Stadt. Frá sjey ára aldri, og til hann var 19 ár, leikti Michael Ballack ungdómsfótbólt við FC Karl Marx Stadt, sum í 1990 skifti navn til Chemnitzer FC. Longu tá Michael Ballack var smádrongur, løgdu venjarnir merki til, at hann var eins stinnur við vinstra fóti, sum hann var við høgra fóti. Í 1995 fekk Ballack sín fyrsta yrkissáttmála við Chemnitzer FC. Fyrsti dysturin hjá Ballack var í 2. bundesliguni, og var tað ein dystur millum Chemnitzer FC og VfB Leipzig. Ballack og liðfelagarnir taptu dystin 2-1. Tað gekk ikki so væl hjá liðnum tað fyrsta árið, Ballack spældi við, og endin var at liðið flutti niður í 3. Deild - tað sonevndu regionalu liguna. Kortini minnist Ballack við gleði aftur á dagin tann 26. mars í 1996, tá hann spældi sín fyrsta dyst fyri týska U-21 landsliðið. Ballack beit tenninar saman, og gjørdi tað gott fyri Chemnitzer FC í 1996-1997, har hann var við allar dystirnar í kappingarárinum og skeyt 10 mál. Týska venjaralegendan, Otto Rehhagel – nú grikskur landsliðsvenjari – var venjari hjá Kaiserslautern, sum júst hevði vunnið sær sætið í 1. bundesliguni. Rehhagel sá stórar møguleikar í Michael Ballack, og nú kom glið á yrkisleiðina hjá Ballack.

 

Meistarar í 1998

Ballack spældi 46 dystir, og skoraði fýra mál fyri FC Kaiserslautern árini 1997-1999. Saman við liðfeløgunum eydnaðist tað Michael Ballack at vinna týska meistaraskapið í 1998. Kaiserslautern røkk fjórðingsfinaluni í Champions League, men teir gjørdist ov stuttir ímóti Bayern München. 1. juli í 1999 skrivaði Ballack undir sáttmála við Bayer Leverkusen, og tað var her, at hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot. Í trimum kappingarárum góvu venjarnir Christoph Daum og Klaus Toppmöller honum ein leiklut, sum offensivur miðvallari, og tók Ballack við gleði við hesum leiklutinum. Ballack skeyt 27 mál í bundesliguni, og 9 mál í evropeiskum kappingum, meðan hann spældi við Bayer Leverkusen. Tó fóru hann og liðfelagarnir í Bayer Leverkusen gjøgnum eina ræðuliga tunga tíð á vári í 2002. Teir høvdu møguleikan at vinna Champions League, týska meistaraskapið og týsku steypakappingina. Tá trý umfør vóru eftir av Bundesliguni, vóru teir fimm stig frammanfyri Borussia Dortmund, men tá avtornaði, so var Dortmund frammanfyri á stigatalvuni. Í Champions League finaluni, sum var leikt í Glasgow, taptu teir í Leverkusen 2-1 ímóti Real Madrid, tá Zinedane Zidane skeyt eitt sigursmál, sum eingin nakrantíð gloymir. At enda var bert týska steypafinalan eftir, og hana taptu teir í Leverkusen 2-4 til Schalke04. Marran hjá Bernd Schneider, Carsten Ramelow og Oliver Neuville endaði ikki her. Í HM-endaspælinum, sum var leikt í Suður-Korea og Japan hetta árið, vóru teir við á týska liðnum, sum tapti 2-0 ímóti Týsklandi í finaluni. Men her skal verða lagt aftrat, at Ballack var leikbannaður til finaluna. Men Ballack fekk tó eitt plástur á øll sárini. Við ársenda í 2002 varð hann kosin til ársins spælara í Týsklandi.

 

Bayern München

Real Madrid vísti Michael Ballack stóran áhuga, men kortini valdi Ballack at fara til Bayern München, og nú brast fyri nev. Longu fyrsta kappingarárið, 2002-2003 vann Ballack bæði týska meistaraskapið, og týsku steypakappingina við Bayern München. Teir vunnu einki í 2003-2004, men í 2004-2005 endurtóku teir bragdið frá 2002-2003, og vunnu aftur bæði Bundesliguna og týsku steypakappingina. Kappingarárið 2005-2006 vunnu teir í Bayern aftur týsku steypakappingina, men nú byrjaðu gomlu kempurnar, Hoeness, Rummenigge, Beckenbauer at finnast at Michael Ballack. At hann gav seg ov lítið til teir avgerandi dystirnar í Champions League. Franz Beckenbauer var enntá so grovur, at hann segði, at Ballack »spardi« seg til sínar komandi arbeiðsgevarar. Hetta hóast Ballack skoraði 44 mál í 107 dystum fyri Bayern München. Ballack fekk frítt at fara til Chelsea í 2006. Ballack var skaddur, tá Chelsea vann FA-Cup finaluna ímóti Manchester United í fjør, og hevur hann sostatt einki vunnið við Chelsea, enn. Men nú býðst høvið við Týsklandi, og hevur Ballack eisini víst á vølli, at hann fegin við gerast evropameistari við Týsklandi.